
Frelsunarherurin
Vit møta menniskjaligum tørvi - uttan at gera mismun
Frelsunarherurin er ein altjóða evangelisk rørsla og ein partur av alheims kristnu kirkjuni. Boðskapurin byggir á bíbliuna.
Tænastan er sprottin av kærleika til Gud.
Uppgávan er at boða Jesu Kristi evangelium og í Hansara navni
møta menniskjaligum tørvi - uttan at gera mismun.
Kunning

“Tú kanst ikki hita eitt menniskjahjarta við at prædika Guðs kærleika, um tey sita svong og køld og lýða á.”
— William Booth, Stovnaru
Suppu, sápu og frelsu
Vit bjóða “suppu, sápu og frelsu” í orði og verki, fyri at møta tørvunum hjá menniskjum:
“Suppa” nøktar likamligan tørv
“Sápa” leggur dent á virðið hjá tí einstaka
“Frelsa” ber fram Guds markleysa kærleika