ein herur - ein uppgáva - ein boðskapur
Frelsunarherurin arbeiðir í meir enn 130 londum kring heimin.
Tú kennir okkum lætt aftur, tí herbúnin verður brúktur til at vísa hvat vit standa fyri,
tí hesin er ein vitnisburður mitt í mongdini
og ger tað einfalt fyri menniskju at finna okkum og taka kontakt.
Sosiala virksemi er altíð tillagað eftir tørvinum í nærumhvørvinum,
og fevnir um alt frá skúla, barnagarði,
sjúkrahúsum, ellisheimum, hergbergi,
og alskyns tónleika- og frítíðarvirksemi.
Frelsunarherurin í Føroyum er partur av "The Salvation Army".
Noreg, Ísland og Føroyar eru í sama territorium,
og eru undir leiðslu av einum kommandøri, ið stjórnar økinum.
Virksemi í Føroyum er skipað við einum høvuðsstýri.
Korpsini/samkomurnar og Herbergið/Frælsi hava leiðarar ella leiðslutoymi,
ið vara av dagliga virkseminum.