Soldátur ella felagslimur
Øll kunnu gera brúk av okkara tilboðum, uttan mun til um tú formelt hoyrir til Frelsunarherin.
Ynskir tú at gerast limur - gera ein mun - so kontakta Frelsunarherin. Heimurin treingir til kristin, sum tað trúnna í álvara og seta hana út í lívið. Í Frelsunarherinum eru mangir møguleikar fyri at boða Jesu kærleika í gjøgnum orð og gerð.
Teir limir, ið bera búna, kallast frelsusoldátar, og hava eina persónliga trúgv upp á Jesus Kristus. Frelsusoldátarnir eru til dagligt at finna í øllum slags yrkjum og við ymsum útbúgvingum. Tað er í frítíðini, at teir fara í búnan og óløntir taka lut í arbeiði Frelsunarhersins. Búnin hjá einum soldáti hevur blá merki á herðunum.
Felagslimur ella tilhoyrandi er ein minni forpliktandi limaskapur, m.a. væntast tú ikki at bera búnan.
Offiserar, eru herfólk, ið velja at virka fulla tíð fyri Frelsunarherin og hava tikið ein 2 ára útbúgving á offisersskúla. Offiserar bera reyð merki á herðunum.
Hvør kann blíva frelsusoldátur:
-
Ein má verða fyltur 15 ár.
-
Hava eina persónliga og livandi trúgv á Jesus, og eitt ynski um at deila trúnna við onnur, bæði í orði og gerð.
-
Ein má skriva undir tað ið kallast “Lyfti Frelsusoldátsins”, sum inniheldur 13 punkt innan trúarlæru og 10 punkt um kristnan livihátt.
Ein skal góðtakast at leiðsluni í samkomuni. Frelsunarherurin metir sannføringin um at blíva soldátur, sum eitt “kall frá Gudi”.
Tey sum ynskja at verða soldátar í Frelsunarherinum, ella sum umhugsa hetta, skulu gjøgnum eitt fyrireikingar skeið, har undirvíst verður um søgu Frelsunarhersins, arbeiðið, trúarlæruna, meiningar og livihátt.
Síðan verður ein vígdur til frelsusoldát undir eini hátíðarligari samkomu í korpsinum. Her gevur ein alment lyfti um at man stendur inni fyri trúarlæru Frelsunarhersins, tað verður biðið fyri einum, og man fær høvi at leggja av ein vitnisburð.