Frelsunarherurin í Tórshavn

Frelsunarherurin í Føroyum fær vitjan av heimsleiðaranum, Brian Peddle, generali og Rosalie Peddle, kommandøri.

Í hesum sambandi verður alment møti týsdagin 31. mai kl. 19.30 í sali Frelsunarhersins í Tórshavn.
Generalurin hevur ovastu leiðsluna av Frelsunarherinum, hvørs virksemi er í 132 londum kring heimin.
Um general Brian og kommandør Rosalie verður sagt, at tey hava eitt sterkt kall at tæna Gudi og at tey uppliva at Gud framhaldandi brúkar Frelsunarherin til at ávirka heimin.
Tey eru sannførd um teirra leiklut, sum er at boða frelsuboðskapin, at tæna teimum trúgvandi og at virka millum fólk í neyð.
Frelsunarherurin í Føroyum hoyrir undir felagsøkið Noreg, Ísland og Føroyar og eru undir leiðslu av kommandørunum David og Lisbeth Welander. Hesi bøði, umframt onnur í leiðsluni fyri økið, verða við í ferðini til Føroya.
Fá meira kunning um Frelsunarherin:
www.frelsunarherurin.fo
ella vitja okkum á Facebook og Instagram
ella samskift við okkum á: torshavn@frelsunarherurin.fo
Frelsunarherurin í Tórshavn
Tú finnur okkum mitt í býnum, í mentanargøtuni og áraka Steinatún.
Heimurin treingir til kristin, sum taka trúnna í álvara og seta hana út í lívið. Í Frelsunarherinum eru mangir møguleikar fyri at boða Jesu kærleika í gjøgnum orð og gerð.
Øll eru vælkomin til tiltøk og møti hjá Frelsunarherinum í Tórshavn, Tórsgøta 19.
Vikuskráin sæst niðanfyri, og verður leypandi dagførd á okkara Face-book síðu

Mánadag: Clup 7up - tiltak fyri børn 7-12 ár
Týsdag: Hornvenjing
Mikudag: Andaktir á ellisheimum í býnum
Hósdag: Ungdómskvøld / heimaforbund á skift 2. hvørja viku
Sunnudag: Møti og sunnudagsskúli
Samband við Tórshavn korps
Tú ert altíð vælkomin at vitja okkara tiltøk, ringja ella skriva til okkara.

