Trúgv og virði

Frelsunarherurin er ein altjóða evangelisk rørsla og ein partur av altjóða kristnu kirkjuni.  Boðskapurin byggir á Bíbliuna. Tænastan fær íblástur av kærleika til Gud.  Uppgávan er at boða Jesu Kristi evangelium og í hansara navni at møta menniskjaligum tørvi, uttan at gera mismun.

Vit trúgva at:
Bíblian er innblást av Gudi og gevur leiðreglur fyri kristna trúgv, læru og lív.
Gud er ein tríeinigur Gud: Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin.
Jesus Kristus er sonur Guds og menniskjans frelsari.
Øll menniskju eru syndarar og hava tørv á fyrigeving Guds.
Øll, sum taka ímóti Jesusi, verða Guds børn.
Øll menniskju eru eins virðismikil, tí menniskjans virði er givið uttanífrá - frá Gudi.
Øll menniskju hava møguleika fyri at broytast, mennast og vaksa.